, ,

Miðlar – Riyad Mahrez verður seldur til Al Ahli

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Riyad Mahrez nærkast einari flyting til Al-Ahli fyri 30 mió pund. Sambært miðlum fer Mahrez at skrivað undir ein fýra ára sáttmála fyri felagið úr Saudi Arabia.

Tann 32 ára gamli áleyparin hevur leikt 236 dystir og skorað 78 mál fyri Manchester City. Riyad Mahrez kom úr Leicester í 2018 og hevur leikt ein stóran leiklut í teimum seinastu meistaraheitum hjá Pep Guardiola.

Hettar merkir at hann fer at verða liðfelagi við fyrrverandi Premier League leikarum, sum Roberto Firmino og Éduoard Mendy.