Seinastu fýra árini eru yvir 6000 tons av kvotuni av toski og hýsu í Barentshavinum ikki fiskað. Tað svarar til eitt virði upp á einar 200 millónir krónur.
Dennis Holm, landstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur í samrøðu við FM1, at skal nakað munagott gerast við hetta, so má loyvisskipanin broytast, og tað er ein longri tilgongd.
Dennis Holm sigur, at vit hava øll áhuga í at fáa gagnnýtt kvoturnar so væl sum gjørligt.
Hann sigur víðari, at krøvini til brúksskylduna eru ikki so strong, sum nú er, og at tað einasta hann fær gjørt, er at heita á reiðaríini at gagnnýta kvotuna.
Niðanfyri ber til, at lurta eftir allari samrøðuni við Dennis Holm, landsstýrismann í fiskivinnumálum.