Mórits Heini úr NSÍ til EB/Streym

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við 25 ára gamla Mórit Heina Mortensen, sum higartil bert hevur umboðað barndómsfelagið NSÍ. Tað skrivar EB/Streymur.

Hetta er ein nýggj og spennandi avbjóðing fyri meg. Eg gleði meg sera nógv til komandi kappingarár og at spæla frammanfyri EB/Streyma áskoðaranum, sigur Mórits Heini við heimasíðuna hjá EB/Streymi.

Sigfríður Clementsen, venjari hjá EB/Streymi fegnast eisini um nýggja leikaran:

– Hetta er ein spennandi og royndur leikari í góðum aldri við stórum potentiali, sum vit trúgva kemur geva liðnum nógv, sigur venjarin.

Mórits Heini Mortensen hevur spælt 98 dystir og skorað 6 mál í Betrideildini, 7 dystir og 1 mál í kappingini um Løgmanssteypið, umframt 5 dystir í Evropa.


Hagtøl: faroesoccer.com