, ,

Mótstøðuliðið hjá KÍ: BK Häcken

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Tað vóru nakrir stórir smádreingir um 14- og 15-ára aldur, sum høvdu eitt ynski um at spæla fótbólt. Teir ynsktu at spæla undir skipaðum viðurskiftum og setti seg í samband við fótbóltssambandið í Göteborg, har teir høvdu spælt undir navninum BK Kick. Tíverri var longu eitt annað felag í Malmö við sama navni og teir broyttu síðani navnið til Bollklubben Häcken og navngóvu sostatt felagnum eftir stóra runnagarðinum rundan um vøllin, har teir vandu. Bollklubben Häcken varð stovnað 2. august 1940. Lundby IF var besta liðið á Hisingen tá, men skjótt gjørdi BK Häcken vart við seg.

Felagið byrjaði at spæla í vaksnamannadeildini í 1943-44 og vann beinanvegin deildina Klass IV vestur. Liðið flutti víðari uppeftir í 1945, 1946, 1947, 1950 og 1951. Felagið var nú í 2. deild samstundis sum Örgryte IS flutti niður, meðan GAIS og IFK Göteborg vóru í Allsvenskan. Eftir níggju árum var BK Häcken longu 3. besta liðið í Göteborg.

Í minsta lagi tríggir leikarar á liðnum høvdu væl kendar pápar. Pápi høgra hálvbakkin, Sven-Agne Larsson, sum kallaðist Sven “Krullis”, hevði verið miðverji hjá Lundby. Á sama liði spældi pápin hjá vinstra innara vongi, Leif Forsberg. Pápin, Hjalmar, spældi á høgra hálvbakki og Nisse Jonsson var sonur Manfred, sum spældi við Lundby umframt GAIS. Fedrarnir vóru góðir, men synirnir vóru betri, tí Leif Forsberg vann meistaraheitið við GAIS í 1954 og Nisse Jonsson við IFK Göteborg í 1958, meðan Sven-Agne Larsson var venjari, tá Åtvidaberg vann meistaraheitið í 1972.

Liðið spældi trý kappingarár í næstbestu deildini (nr. 5, 7 og 12), áðrenn liðið flutti niður. Í 1954-55 gjørdist liðið tveyari í Division 3 Västra Götaland og flutti beinleiðis uppaftur í harðari kapping við Örgryte og Oddevold, sum hevði fingið fleiri leikarar frá gull-vinnarunum úr GAIS. Tvey lið kundu flyta upp og áhugin var rættiliga stórur, tí til dystin millum Örgryte og Oddevold komu 18.000 áskoðarar, meðan Häcken og Oddevold dró 18.229 áskoðarar. Men árið eftir flutti liðið niðuraftur og hevði eina oyðimarkargongd í lægri deildum.

Tað var fyrrverandi stjørnuáleyparin hjá Örgryte IS og Real Madrid, Agne Simonsson, sum leiddi liðið fyrstu ferð í bestu deildina í 1982. Simonsson sum var venjari árini 1977-82, bygdi á eina kjarnu av góðum ungdómsleikarum frá árunum 1969-71. Undir leiðslu av Simonsson vann BK Häcken 3. deild fyrsta árið og hevur síðani spælt í bestu ella næstbestu deildini.

BK Häcken hevði fyrstu ferð ligið framvið í 1981, men tapti samanlagt fyri Elfsborg. Árið eftir eydnaðist tað, tá liðið vann 3-1 samanlagt á IFK Norrköping      

Í 1951 flutti BK Häcken upp í næstbestu deildina eftir seks uppflytingar í átta ár. Í 1971 byrjaði felagið í fimtbesti deildini, men tólv kappingarár seinni flutti liðið upp í bestu deildina, Allsvenskan.

Boð vóru sjálvandi eftir Agne Simonsson, sum endaði hjá Örgryte IS og tryggjaði teimum higartil seinasta meistaraheitið í 1985.

Jojo-tilveran hjá BK Häcken helt áfram, har liðið spældi í bestu deildini í 1993-94, 1998, 2000-01 og 2005-06. Síðani 2009 hevur felagið spælt í bestu deildini. Í 2012 førdi BK Häcken eftir 27 umfør, men mátti lúta fyri IF Elfsborg. Úrslitini gjørdust kortini betri ár um ár, og í 2015-16, 2018-19 og 2022-23 vann liðið steypakappingina. Krúnan á verkinum var kortini fyrsta meistaraheitið í 2022.

Hetta er 8. ferðin, at BK Häcken sleppur at royna seg í Europa Cup og millum navnframu leikararnir kunnu nevnast Arnór Guðjohnsen (1993), Kim Källström (1999-2001) og Stig Tøfting (2005). Nú skal KÍ royna seg ímóti verandi svenska meistaranum anno 2022. Fíggjarliga grundarlagið stavar m.a. frá Gothia Cup.