Mourinho reytt kort móti United 

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Mikukvøldið og hóskvøldið vóru dystir spældir í Europa League. Serliga var fokus á dystin millum turkisku Fenerbache og Manchester United. Orsøkin er, at fyrrverandi venjarin hjá Manchester United tann litríki José Mourinho nú er venjari hjá Fenerbache. 

Longu undan dystinum undirhelt Mourinho á tíðindafundinum, tá ið hann millum annað segði, at hann framvegis kundi vinna eitt meistaraheitið fyri Manchester United, tí at eitt sakarmál móti Manchester City, kann gera at United fær tilskriva eitt meistaraheiti. 

Í sjálvum dystinum í gjárkvøldi helt Mourinho fram, tá ið hann fekk reytt kort, tá ið hann harðliga mótmælti eina støðu, har hann helt, at Fenerbache átti brotsspark. 

Dysturin endaði 1-1, eftir at Christian Eriksen hevði lagt United fram um í fyrra hálvleiki. Fenerbache javnaði tó í seinna hálvleiki, og fyri stórfelagið Manchester United er hetta ein eitt av svingandi úrslitunum, sum hevur eyðkent felagið seinastu nógvu árini. 

Tríggjar javnleikir er tað vorðið til hjá United í Europa League, og tað verður ikki mett at vera nøktandi fyri eitt so stórt felag. 

Europa Leauge hevur eins og Champions League ein nýggjan kappingarleist hetta kappingarárið. 36 feløg kappast í sama bólki, har tey spæla móti átta feløgum í bólkinum. Átta tey bestu koma beinleiðis í áttandapartsfinalurnar, meðan feløgini, sum gerast millum nummar 9 og 24, skulu spæla tveir eyka dystir fyri at spæla seg víðari. 

Eingin veit ordiliga, hvussu hesin kappingarleisturin fer at roynast. Men í løtuni eru til dømis tey trý stigini hjá United nokk til eitt 21. Plass. 

Úrslitini í gjár vóru hesi: 

Mikudagin 25. oktobur

Braga – Bodø/Glimt
1 – 2
Galatasaray – Elfsborg4 – 3
Hósdagin 24. oktobur
Eintracht Frankfurt – Rigas FS1 – 0
Ferencváros – Nice1 – 0
Maccabi Tel Aviv – Real Sociedad1 – 2
Midtjylland – Union Saint-Gilloise1 – 0
PAOK – Viktoria Plzen2 – 2
Qarabag – Ajax0 – 3
Roma – Dynamo Kyiv1 – 0
Anderlecht – Ludogorets Razgrad2 – 0
Athletic Bilbao – Slavia Praha1 – 0
Fenerbahce – Manchester United1 – 1
Lyon – Besiktas0 – 1
Malmö – Olympiakos0 – 1
Porto – Hoffenheim2 – 0
Rangers – FCSB4 – 0
Tottenham – AZ Alkmaar1 – 0
Twente – Lazio0 – 2

Stigtalvan í Europe League eftir 3. umfar