Hondbólturin í Føroyum ríður á eini bylgju eftir frálíku úrslitini hjá manslandsliðnum og kvinnulandsliðnum í fjør, og tað sæst aftur í áhuganum hjá børnum at spæla hondbólt.
Heili 95 lið spældu U7- og U8-kappingarnar á Skála og Giljanesi í dag. Tað er tað mesta nakrantíð.
Fittu børnini á hesum myndunum spældu á Giljanesi í dag. Trýst á myndirnar fyri at gera tær størri.
Myndir: Hondbóltssamband Føroya



