Neistin – Kyndil 22-25 (11-16)
Dómaraseðilin á hsf.fo
Kyndilskvinnur hava verið einaráðandi í føroyskum kvinnuhondbólti seinasta hálvtannað árið, og aftur í dag vunnu tær móti grannunum úr Neistanum.
Sigurin var kortini ikki so sannførandi, sum sigrarnir hjá Kyndli plaga at vera, og okkurt bendir á, at kvinnurnar hjá Neistanum hava lyft seg eitt stig seinastu dystirnar. Tær eru eru komnar í hálvfinalurnar í steypakappingini, vunnu móti H71 seinasta vikuskiftið og góvu Kyndli rímiliga mótstøðu í dag.
Í tjúgu minuttir var dagsins dystur veruliga spennandi, og støðan var 8-8. Seinastu tíggju minuttirnir av fyrra hálvleiki legði Kyndil seg tó avgerandi fram um og førdi 16-11 í hálvleikinum.
Neistin royndi at koma aftur í seinna hálvleiki, men kom ongantíð nærri enn trý mál, og dysturin endaði eisini 25-22 til Kyndil.
Hjá Neistanum skoraðu Birna Eyðunardóttir og Hervør Nicalasen fýra mál hvør, og hjá Kyndli var Turið Arge Samuelsen enn einaferð toppskjútti við níggju málum.
StÍF – Stjørnan 29-23 (13-13
Dómarseðil á hsf.fo
Hetta var tann á pappírinum mest spennandi dysturin í kvinnudeildini í dag, og spurningurin var, um Stjørnan fór at gera nakað við StÍF eftir góðu gongdina seinastu tíðina. Dysturin var eisini spennandi í 54 minuttir, har liðini skiftust eitt sindur um at vera framman fyri. 13-13 var støðan í hálvleikinum.
Seinastu fimm minuttirnar avgjørdi StÍF dystin og vann 29-23.
Hjá StÍF skoraði Josefne Dyring heili 14 mál, og Tóra Eliasen skoraði seks mál hjá Stjørnuni.
VB – VÍF 17-40 (10-21)
Dómaraseðil á hsf.fo
Í Vági hevði VÍF akkurát so lættan dyst, sum kundi væntast. VÍF økti munin spakuliga allan dystin, og í hálvleikinum førdi VÍF 21-10. Gongdin helt fram í seinna hálvleiki, og VÍF vann 40-17.
Fyri VÍF skoraðu Fríða Nolsøe Olsen og Agnas Funn níggju mál hvør, og fyri VB skoraðu Krista Mohr Leo og Carmen Luiza Silva fimm mál hvør.
H71 – EB 33-25 (14-13)
Les serstaka dystarfrásøgn
Stigatalva SMS-deildin kvinnur
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
Kyndil | 15 | 522 | 318 | 204 | 30 |
H71 | 15 | 501 | 397 | 104 | 23 |
VÍF | 15 | 481 | 344 | 137 | 23 |
Neistin | 15 | 389 | 370 | 19 | 17 |
StÍF | 13 | 285 | 359 | -74 | 10 |
Stjørnan | 14 | 352 | 447 | -95 | 6 |
EB | 15 | 373 | 494 | -121 | 5 |
VB | 14 | 308 | 482 | -174 | 2 |


