Veðurtova Føroya boðar frá nógvum vindi komandi dagarnar.
Hósdagur
Skrið ella stormur av útsynningi, 18 til 23 m/s, skýggjað og í støðum driv ella okkurt ælið. Í kvøld minkar hann vindin til strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s.
Fríggjadagur
Frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 11 stig.
Leygardagur
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Út á dagin veksur hann vindin upp í strúkur í vindi ella skrið sunnan og av útsynningi, 13 til 18 m/s, samdrigið og samregn. Um kvøldið støkkur hann upp í vestan, og vindurin minkar niður í lítið lot til frískt lot, minni enn 8 m/s, hálvskýggjað, og sum frá líður slítur í. Hitin 3 til 8 stig
Sunnudagur
Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, sum lækkar niður í sunnan, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 8 stig.
Mánadagur
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 8 stig.