Norðlýsið skrivar, at Eyðun Klakstein verður landsliðsvenjari hjá Føroyum komandi árini.
Sambært keldum hjá Norðlýsinum, so er FSF nú farið at samráðast við Eyðun Klakstein um persónligu viðurskiftini.
Tað plagar vanliga ikki at verða ein trupulleiki, og tí bendur alt á, at Eyðun Klakstein verður nýggjur føroyskur landsliðsvenjari.