Norðurlendsku stjórnirnar hava samtykt at raðfesta børn og ung fram til 2030. Hetta varð staðfest á fundi í samstarvsráðnum í Keypmannahavn í gjár, har millum annað Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, var við.
Endamálið er at arbeiða fyri rættindum, vælferð og samfelagsluttøku hjá børnum og ungum. Í norðurlendsku Visjón 2030 stendur, at øll børn og ung hava rætt til tryggleika og umsorgan.
Á fundinum umrøddu ráðharrarnir aktuell evni og hoyrdu frá barnaumboðsmanninum í Finnlandi.
Børn og ung verða eisini sett í fokus í formanskapinum hjá Finnlandi og Álandi í 2025. Virksemið í formansskapinum fevnir millum annað um talgildar førleikar, lærdómar frá COVID-19 og verkætlanir sum Barnsins fyrstu 1000 dagar.
Samstarvsráðharrarnir samdust um, at børn og ung skulu raðfestast fyri at styrkja norðurlendska felagsskapin framyvir.
Bjarni K. Petersen sigur, at børnini eru framtíðin, og at norðurlendska samstarvið er eitt kærkomið forum at deila vitan og menna átøk, sum kunnu skapa eitt gott og trygt grundarlag fyri uppvøksturin hjá okkara børnum og ungum