Norska stjórnin svarað Skaale um norskar bunkringar til russisk skip

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Fleiri ferðir hevur verið róð fram undir, at norsk skip ikki virða revsitiltøkini hjá ES móti Russlandi og veita olju – og møguliga eisini aðrar tænastur – til russisk skip á opnum havi. Tað er væl kent, at summi av hesum russisku skipunum bunkraðu í Føroyum, áðrenn føroyski havnastongsulin mótvegis Russlandi varð settur í verk á sumri í ár.

Tí valdi Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, at reisa málið fyri norsku stjórnini umvegis Norðurlandaráðið. Norska stjórnin hevur nú svarað Sjúrði Skaale.

Í svarinum sigur Espen Barth Eide, norskur uttanríkismálaráðharri, at norsk skip eisini eru fevnd av teimum handilstiltøkum, sum Noreg hevur sett í verk mótvegis Russlandi.

Norska stjórnin vil tó ikki siga, um bunkringarnar á opnum havi eru brot á tiltøkini. Og svarið tekur heldur ikki støðu til, í hvønn mun hetta virksemið er hækkað eftir føroyska havnastongsulin mótvegis russiskum skipum.

Spurningarnir og svarið kunnu lesast her: 00206BB3311B231124121129 (norden.org)