Fótbóltsfelagið 07 Vestur hevur skrivað undir ein tvey ára sáttmála við norska vinstra bakkin Brage Kvithyld.
20 ára gamli Brage Kvithyld hevur spælt við Ranheim í næstbestu deildini í Noreg. Tað er felagið, sum U21 landsliðsleikarin Áki Samuelsen skifti til fyrr í vetur.
Sambært 07 Vestur er Brage Kvithyld eitt stórt talent á sínum plássi. Hann kann bæði spæla sum vinstri bakkur og sum miðverji. Men sjálvur sigur hann, at hann trívist best sum vinstri bakkur.
Brage Kvithyld hevur spælt ein U18-landsdyst fyri Noreg.