25 ára gamli normaðurin, Fabian Ness, hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ. Tað skrivar fótbóltsfelagið í Runavík á Facebook. Hann spældi við B36 í fjør og spældi 13 dystir fyri felagið.
Fabian Ness hevur fjølbroytta fótbóltsbakgrund úr Noregi, har hann hevur spælt við liðum sum Start, Grorud, Stømmen og SF Grei.
Fabian Ness spælir á vinstra bakki, og NSÍ skrivar, at hann hevur sínar styrkir bæði í verjupartinum og í spælinum fram eftir vøllinum.
Fabian Ness kemur til Føroya í vikuni og fer at venja við NSÍ í næstu viku, tá ið liðið møtir aftur til venjing.
Keldur: faroesoccer og transfermarkt. Mynd: IK Star.