Eftir 4-0 sigurin hjá NSÍ í stevnudystinum móti 07 Vestri, so kunngjørdi felagið, at miðverjin Adi Terzic og miðvallarin Konrad Gustafsson góvust í felagnum, tí teir vildu sleppa aftur til Svøríkis av persónligum orsøkum.
Men felagið hevur gjørt skjótt av, tí í gjár og í dag kunnger NSÍ, at felagið hevur gjørt sáttmála við ein miðverja og ein miðvallara.
Nýggir í NSÍ eru 30 ára gamli miðverjin Mirza Mujčić og 25 ára gamli miðvallarin Yassine El Ouatki.
Mirza hevur drúgvar royndir sum yrkisspælari. Hann hevur umboðað millum annað GAIS í Svøríki, Vikingur Ólafsvík í Íslandi, Olimpjia Ljubljana í Slovenia og FC Schaffhausen & Xamax Neuchatel í Sveis.
Mirza hevur eisini umboðað Svøríki á ungdómslandsliðum, har er hann skrásettur fyri 16 dystir á U19 landsliðnum.
– Vit fáa ein sera royndan miðverja, sum vil spæla bóltin upp og sum er ein leiðaratýpa. Og so dugir hann at sparka við báðum beinunum. Tað gevur fleiri møguleikar í uppspælinum, sigur NSÍ-venjarin, Jens Wedeborg.
Spælt saman við Mads Borchers
Yassine El Ouatki hevur seinasta árið spælt við Varberg BoIS í bestu svensku deildini, har hann spældi saman við Mads Borchers, sum vit kenna úr HB og 07 Vestri. Varberg flutti niður í næstbestu deildin, og nú eru bæði Mads Borchers og Yassine farnir víðari til onnur feløg.
NSÍ-heimasíðan skrivar, at fraklendingurin kennir eitt sindur til føroyskan fótbólt og gleðir seg til avbjóðingina.
– Talan er um ein vinstrabeintan leikara, ið kann spæla á øllum plássum á tí sentrala miðvøllinum. Yassine hevur gott yvirblikk og er góður á bóltinum. Á hendan hátt kann hann stýra spælinum hjá NSÍ, sigur NSÍ-venjarin.
Yassine er uppvaksin í akademinum hjá bæði Le Havre og PSG.
– Hansara uppaling í fronskum fótbólti, og hansara royndir í bestu svensku deildini, gera at vit fáa ein sera góðan og royndan leikara, ið gevur okkum nógvar møguleikar, sigur høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg, við heimasíðuna hjá felagnum.
NSÍ liggur í løtuni á fjórða plássi í Betri Deildini.