,

Nú fara tey at lyfta í Bylgjuni

Skrivað

Árni Gregersen

Dagfesting

NM í olympiskari vektlyfting byrjar nú í Bylgjuni í Runavík.

75 lyftarar fara í dag og í morgin at kappast um NM og føroyingar eru eisini millum tey 75, sum kappast.

Kl 17:30 koma føryingarnir á pallin. Tað eru Niels Áki Mørk og Pól Hendrikur Andreasen ið skulu vísa síni kynstur. Teir báðir koma allarhelst at kappast um bronsuna ímóti einum grovum finlendingi, staðfestir Styrkissambandið.

Kappast verður í dag og allan dagin í morgin og Styrkisambandið boðar frá, at tað er ókeypis atgongd til kappingarnar.