Petra Djurhuus er fyrsti føroyingur, sum hevur nomið sær lærdóm innan konservering og savnsarbeiði. Hon varð partur av Føroya forngripagoymslu, tá goymslan varð endurstovnað í 1928, og fekk ein virknan leiklut í nýskipanini og menningini av Forngripagoymsluni. Kortini er hon kám í føroysku savnssøguni.
Margretha Nónklett, savnsvørður, hevur skrivað grein um savnskvinnuna. Í greinini verður fjøltáttaða virksemi hennara lýst, frá tí hon bleiv partur av Føroya forngripagoymslu í 1928, til savnið bleiv almennur stovnur í 1952 og nøkur ár fram.
Greinin hevur íblástur frá kvinnusøgu og serstakliga kynjasøgu. Margretha kemur tí eisini inn á, hvussu tað var at vera kvinna í savnsheiminum hasa tíðina og hví Petra Djurhuus mann vera so kám í føroyskari savnssøgu.
Greinin er útgivin í tíðarritinum Fróðskaparrit og kann lesast her (trýst á pdf fílin)