Á býráðsfundi hóskvøldið samtykti Klaksvíkar býráð nýggjan KT-trygdarpolitikk fyri kommununa.
Endamálið við politikkinum er at byggja upp størri tilvitan um KT-trygd í øllum virkseminum hjá kommununi.
KT-trygdarpolitikkurin fevnir um yvirskipaðu trygdarmálini og er grundarlag undir, hvussu Klaksvíkar kommuna tillagar kunningartrygdarhondbókina, sum er felagsheiti fyri KT-trygdarpolitikkin og undirliggjandi leiðreglur og virkisgongdir.
Leiðreglurnar eru gjørdar fyri at stuðla undir KT-trygd í kommununi sum heild, og skulu tryggja, at øll starvsfólk arbeiða við og halda seg til kunningartrygd í dagliga arbeiðinum.
Harumframt sigur leiðslan í Klaksvík Kommuna, at hesin politikkur er ein týðandi partur av trygdartiltøkum hjá kommununi og lýsir trygdarstøðið, sum skal tryggja trúnað, rættleika og atkomu til skipanir og dátur hjá kommununi.