Nýtt EB-hús vestanfyri høllina á Eiði

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í næstum byrjar arbeiðið at útbyggja ítróttahøllina á Eiði, soleiðis at Eiðis Bóltfelag fær nýggj og tíðarhóskandi høli til vaksandi virksemið hjá felagnum. Tað skrivar Eiðis kommuna.

Nýggju hølini verða útgjørd við venjingarhøli, felagshøli, køki, fundar- og skrivstovuhøli, og kommunan byggir eisini eitt goymsluhøli.

Inngongdin verður vestanfyri høllina við parkeringsøkið og úr EB-húsinum inn í høllina. Sera nógv verður hugsað um at tryggja góðar umstøður til rørslutarnað við lyft og rampum.

Lokala fyritøkan Sp/f Hammer Smíð vann útboðið at standa fyri arbeiðinum, sum verður liðugt um eitt ár.

Gamla EB-húsið verður latið kommununi, og partarnir gera brúkssáttmála um nýggju hølini.

Hendan útbyggingin er liður í at tryggja, at EB kann framhaldandi menna sítt virksemi og geva góðar umstøður til frítíðarvirksemi hjá øllum í kommununi, skrivar Eiðis kommuna.

Eyðun Sigmundarson Hammer frá SP/F Hammer Smíð og Ansy Høghamar, borgarstjóri á Eiði