Á stýrisfundi í Bú- & Heimatænastuni í Suðuroynni varð nýggj leiðsla vald til stýrið. Tað skrivar Vágs kommuna á heimasíðu síni.
Ása Holm, borgarstjóri í Porkeri, er nýggj forkvinna í stýrinum, meðan Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu, er valdur til næstformann.
Bú & Heimatænastan í Suðuroynni veitir tænastur til borgarar í øllum kommununum í oynni.
Hini stýrislimirnir eru:
- Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar Kommuna
- Jóanes Lisberg, borgarstjóri í Fámjins Kommuna
- Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar Kommuna
- Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar Kommuna
- Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovs Kommuna
- Arni Brattaberg, býráðslimur í Vági
- Eyð Eidesgaard, býráðslimur á Tvøroyri