Okkara hondbóltslandslið styrkismett nummar 21 og 27

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyska manslandsliðið í hondbólti er nú styrkismett nummar 21 í Evropa, meðan kvinnulandsliðið er á 27. plássi. Hetta vísir nýggjasta styrkismetingin frá evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF, sum byggir á úrslitini frá seinastu tveimum HM- og EM-kappingunum.

Styrkismetingin er grundað á stig, ið londini hava fingið fyri síni avrik í stóru kappingunum. Fyriskipararnir leggja dent á, at nýggjastu úrslitini telja meira, soleiðis at stigini frá 2024 og 2025 telja 100%, meðan stigini frá 2022 og 2023 telja helvtina.

Føroyska manslandsliðið hevur vunnið 21,25 stig. Hetta er eitt úrslit av teirra avrikum í undanfarnu kappingum, har teir hava vunnið sær virðismikil stig. Í samlaðu styrkismetingini liggja teir frammanfyri lond sum Grikkaland, Bosnia-Hersegovina og Slovakia.

Hjá kvinnunum hevur føroyska landsliðið fingið 16,75 stig og er harvið nr. 27. Tær hava sostatt flutt seg framá á altjóða styrkislistarunum og vísa, at tað gongur rætta vegin fyri føroyskan kvinnuhondbólt.


Evropeiski styrkislistin hjá kvinnum í hondbólti

LandStig
1Noreg116
2Frakland103
3Danmark102
4Svøríki86
5Niðurlond77
6Týskland74
7Ungarn67
8Montenegro66
9Spania51
10Slovenia49,5
11Rumenia43,5
12Pólland42
13Kekkia41
14Kroatia34,5
15Eysturríki29,5
16Sveis29
17Serbia28,5
18Ísland24
19Norðurmakedonia23
20Ukraina22,5
21Turkaland21,25
22Slovakia21
23Portugal20,5
24Italia18,5
25Grikkaland17,5
26Kosovo17,25
27Føroyar16,75
28Russland14,5
29Finnland13,75
30Ísrael13,5
31Luksemborg12,75
32Bosnia-Hersegovina12,25
33Litava11,75
34Lettland11,75
35Aserbadjan9,5
35Bulgaria9,5
37Hvítarussland6,25
38Stóra Bretland3
39Kýpros2,5
40Albania0
40Andorra0
40Armenia0
40Belgia0
40Estland0
40Georgia0
40Írland0
40Liktinstein0
40Moldova0
40Malta0
40Monako0

Evropeiski styrkislistin hjá monnum í hondbólti

LandStig
1Danmark112
2Frakland105
3Týskland82
4Svøríki79
5Kroatia73
6Ungarn66,5
7Portugal65
8Noreg65
9Ísland58
10Spania56
11Slovenia53
12Niðurlond43
13Eysturríki38,5
14Montenegro30,5
15Sveis30
16Pólland30
17Kekkia29,5
18Serbia29
19Norðurmakedonia27,75
20Italia23
21Føroyar21,25
22Grikkaland20,5
23Bosnia-Hersegovina20,5
24Slovakia20
25Rumenia19,75
26Georgia19,25
27Litava19
28Estland18,75
29Belgia18,75
30Ukraina18
31Finnland17,75
31Ísrael17,75
33Turkaland14,75
34Luksemborg14
35Kosovo14
36Lettland13,75
37Russland13
38Kypros10
39Bulgaria8,75
40Hvítarussland7
41Stóra Bretland6,5
42Moldova5,5
43Aserbadjan5,5
44Írland2,25
44Malta2,25
46Andorra2
47Albania0
47Armenia0
47Liktinstein0
47Monako0