Óli Mittún skoraði 13 mál í týðandi sigri

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Óli Mittún vísti veruligt stórspæl, tá ið IK Sävehof í kvøld vann ein týdningarmiklan sigur við 33-29 móti IFK Kristianstad í bestu svensku hondbóltsdeildini.

Heimasíðan hjá IK Sävehof skrivar, at Óli Mittún skoraði 13 ferðir og legði upp til 4 mál, og hann var beinleiðis við í helvtini av málunum hjá heimaliðnum. Í samrøðu á Facebooksíðuni hjá IK Sävehof sigur Óli Mittún, at hann heldur hetta er fyrstu ferð hann skýtur so nógv mál sum vaksin.

Hin føroyingurin í IK Sävehof, Ísak Vedelsbøl, skoraði eitt mál.

Eftir ein javnan fyrra hálvleik, har Kristianstad førdi 17-16, tók Sävehof yvir í seinna hálvleiki og vann dystin 33-29.

Sävehof hevur nú vunnið tríggjar sigrar á rað, og er við 15 stigum nummar tvey saman við fýra øðrum feløgum. Ystads IF er fremst í deildini við 19 stigum.


IK Sävehof hevur hesa samrøðuna við Óla Mittún á Facebook:


Stigatalva í Handbollsligan

DSJÓMálStig
1Ystads IF HF11911392 – 32219
2IFK Kristianstad13715416 – 38015
3IK Sävehof12714384 – 35915
4IFK Skövde HK12714352 – 33815
5Hammarby IF HF12714359 – 34815
6HF Karlskrona13634381 – 37315
7Önnereds HK12705368 – 36914
8IF Hallby HK12615344 – 31613
9HK Malmö11524315 – 31212
10Alingsås HK12435346 – 34911
11OV Helsingborg HK12516334 – 35811
12Amo HK13427405 – 43510
13Eskilstuna Guif IF131111342 – 4083
14Skånela IF121011329 – 4002