,

Ongar ætlanir at loyva sølu av handkeypsheilvági í handlunum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, hevur svarað Jørgeni Niclasen um møguleikan fyri at loyva sølu av handkeypsheilivági í øllum handlum. Hon sigur, at tað ikki er partur av endamálinum við nýggju heilivágslógini, og ongar greiningar eru gjørdar av, hvussu ein slík skipan skuldi virka.

Tó ætlar hon at tryggja lættari og javnbjóðis atgongd til handkeypsheilivág. Tað skal gerast við at fáa atgongd umvegis apotek, sjálvtøkur og handkeypssølur, hóast tað ikki verður í øllum handlum.

Sjálvtøkur kring landið geva viðskiftafólki møguleika at keypa handkeypsheilivág alt samdøgrið. Fyrsta sjálvtøkan varð sett upp í fjør uttanfyri Tjaldurs apotek í SMS, og fleiri eru á veg, í Vágum, í Klaksvík, í Runavík, á Tvøroyri og á Landssjúkrahúsinum.

Harumframt eru 19 handkeypssølur runt landið í økjum, har einki apotek ella sjálvtøka er. Landsstýriskvinnan leggur dent á, at Apoteksverkið arbeiðir við at tryggja øllum føroyingum lætta atgongd til handkeypsheilivág.