Pætur Petersen fer í ár aftur at spæla við B36. Í morgun skrivaði hann undir sáttmála við felagið, har hann spældi sínar fyrstu dystir í bestu deildini í 2015.
Sum smádrongur flutti hann úr barndómsfelagnum B71 til B36 at spæla. Hann var fimm ár í B36, og hevur síðan spælt fyri EB/Streymi, HB, KA Akureyri og KÍ.
26 ára gamli skálvíkingurin hevur sambært FaroeSoccer spælt 172 dystir í bestu føroysku deildini, og hevur skotið 37 mál.
Við heimasíðuna hjá B36 sigur Pætur Petersen:
– B36 er heimligt fyri meg, og tað kennist væl og rætt at vera aftur í B36-húsinum. Hetta eru eisini spennandi broytingartíðir í felagnum, og eg eri fegin um stóra áhugan, sum felagið hevur víst mær, sigur hann.
Pætur Petersen hevur eisini spælt 11 landsdystir og skotið tvey mál fyri Føroyar, tað seinasta í september í fjør.
Pætur verður við í hópinum hjá B36 í venjingardystinum ímóti TB klokkan 13.00 í dag.