Patrik er aftur í KÍ

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landsliðsáleyparin, Patrik Johannesen, er aftur í KÍ. Hann hevur skrivað undir trý ára sáttmála við felagið. Tað boðar KÍ frá á heimasíðu síni í kvøld.

Á myndini er Patrik Johannesen partur av meistarliðnum hjá KÍ í 2019. Hann skoraði sambært FaroeSoccer 13 mál í landskappingini tað kappingarárið, og var sostatt ein týðandi partur av fyrsta meistaraheitinum hjá KÍ í hesi øldini. Hann spældi eisini í KÍ í 2020, áðrenn hann fór til Íslands at spæla.

Patrik Johannesen er vælnøgdur at vera aftur í KÍ, og sigur við heimasíðuna:
– Eg kenni á mær, at hetta er rætta løtan at koma heim aftur til Føroyar. Eg havi góð minnir úr Klaksvík. KÍ er tað størsta og besta felagið í landinum og tað vil eg verða ein partur av, sigur Patrik í stuttari viðmerking til ki.fo.

Patrik Johannesen varð í ár íslendskur meistari við Breiðablik, men hann fekk ikki nógv spælitíð. Tað hevur helst verið viðvirkandi til, at hann kemur aftur til Føroya.

Jóannes Danielsen heldur eisini fram í KÍ

KÍ boðar eisini frá, at felagið hevur hevur eisini longt sáttmálan við Jóannes Danielsen við teimum árum, til og við 2027.

KÍ hevur seinastu vikurnar tryggja sær, at fleiri av lyklaleikarunum halda fram í KÍ. Nevast kunnu Árni Frederiksberg, Páll Klettskarð, Jákup B. Andreasen og málverjin, Mark F. Jensen.