Danska løgmálaráðið hevur gjørt av ikki at eftirlíka japansku umbønini at útflýggja Paul Watson til Japans. Tað verður gjørt eftir eina samlaða meting av umstøðunum í málinum.
Japan heitti 30. juli í á Danmark, um at útflýggja Paul Watson fyri atgerðir móti einum japanskum skipi í Antarktis í februar 2010.
Danska løgmálaráðið er komið til ta niðurstøðu, at tíðarskeiðið, sum Watson hevur verið varðhaldsfongslaður í Grønlandi, neyvan verður drigið frá eini møguligari fongsulsrevsing í Japan.
Løgmálaráðharri Peter Hummelgaard greiðir frá, at avgerðin er tikin við atliti at samlaða tíðarskeiðinum, Poul Watson hevði verið í varðhaldi, saman við umstøðunum kring málini, ið eru meira enn 14 ára gomul. Tað hevur verið ein góður dialogur við japanskar myndugleikar, men Løgmálaráðið heldur ikki, at umstøðurnar rættvísgerða at flýggjan Poul Watson út.
Poul Watson og verjar hansara, og løgreglan í Grønlandi, eru kunnað um avgerðina.
Poul Watson kann nú fara aftur til Fraklands sum ein leysur maður maður.