Politiið: Kollfjarðavegurin er nú opin aftur

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Ferðslan hevur verið sperrað av, meðan sløkkiliðsbilar sløktu eldin, eftir at eldur kom í eina gravkúgv, ið stóð í busslummanum beint uttanfyri Kollfjarðatunnilin.

Spreingingar vóru at hoyra, tá dekkini brustu av nógva hitanum, so fyri at binda um heilan fingur, valdi løgreglan at sperrað ferðsluna av eina løtu, men nú er koyrandi aftur.