Portugisiski hondbóltsspælarin, Miguel Martins, sum dagliga spælir við Aalborg Håndbold, verður ikki við í HM-endaspælinum í hondbólti, tí ein dopingroynd hjá honum er positiv. Aalborg Håndbold boðar frá hesum, og sigur at hetta er eitt stórt sjokk fyri bæði felagið og spælaran sjálvan.
27 ára gamli Miquel Martins, varð kannaður í sambandi við landsliðsvenjingarnar undan HM-endasplinum, sum í hesum døgum er í Danmark, Noregi og Kroatia.
Dopingroyndin vísti seg at vera positiv, og Miguel Martins er nú fyribils útihýstur frá HM-endaspælinum.
Hann hevur biðið um, at ein B-roynd verður gjørd skjótast gjørligt, men tað er longu staðfest, at hann ikki spælir í HM-endaspælinum. Portugal spælir í kvøld móti USA.
Jan Larsen, stjóri í Aalborg Håndbold, sigur, at Miguel Martins ikki skilir, hvussu hetta er hent, og Miguel Martins sigur seg vera ósekan.
Jan Larsen sigur, at felagið ikki fer at gera meira í málinum, fyrr enn úrslitið av B-royndini er tøkt.