Miðal prísvøksturin um árið í Føroyum liggur nú um 1,7 prosent samstundis sum matvøruprísirnir hækka við 4,5 prosentum árliga, boðar Hagstova Føroya frá.
“Prísirnir hækka ikki við somu ferð sum teir hava gjørt,” varð sagt við støði í einari uppgerð frá august. “Prísirnir eru hækkaðir 1,7 prosent frá august í 2023 til august í 2024. Tað er lakasti prísvøkstur í meira enn trý ár.”
Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum.
“Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri inflatiónina í Føroyum,” staðfesti Hagstovan.
“Prísvøksturin hevur verið støðugur seinasta árið, og nú hækka prísirnir við lægri ferð enn teir hava gjørt í meira enn trý ár. Vit skulu aftur til februar 2021 fyri at síggja ein lakari prísvøkstur.”
Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Av teimum 12 høvuðsbólkunum í brúkaraprístalinum telja ‘matur og drykkjuvørur’ mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Tað eru eisini prísirnir á mati sum geva størst íkast til prísvøksturin.
Prísirnir á eitt nú klædnavørum og fótbúnaði eru tó lækkaðir 3,5 prosent seinasta árið, skilst.
Men matvørurnar dýrka framvegis.
“Matvøruprísirnir hækka framvegis,” vísti Hagstovan á. “Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir stívliga fýra prosent í august 2024 samanborið við sama mánað árið fyri.”
Tá hugt verður nærri at hvørjar mat- og drykkjuvørur ið hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst at tað serliga eru dýrari matvørur, legði Hagstovan afturat.
“Prísvøksturin á mati er 4,5 prosent. Tað er serliga prísurin á kjøti sum er hækkaður – vøksturin er góð 11 prosent. Av kjøtvørum er tað lambskjøt sum er dýrkað mest. Prísirnir á fiski eru somuleiðis hækkaðir. Prísvøksturin á øðrum matvørum sum mjólk, osti, egg, frukt og øðrum, hevur verið støðugur og minni enn tvey prosent seinasta árið.”
Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal hækkaðir góð trý prosent frá august í 2023 til august í 2024, legði Hagstovan afturat.
“Hóast føroysku bankarnir hava lækkað útlánsrenturnar á sumri 2024, so hava húsarhaldini rindað meira til býli enn í august 2023. Rentuútreiðslurnar ávirka tó prístalið minni hesaferð enn til undanfarnu uppgerðirnar seinasta hálvaannað árið. Miðalprísurin á olju ið fer til upphiting av býli er lækkaður 7,5 prosent seinasta árið og togar prísvøksturin niður.
El- og fjarhitaprísurin hækkaði í januar í 2024. Prísirnir eru sostatt hægri í august í 2024 enn teir vóru sama mánað í fjør.
Tann árligi prísvøksturin í Føroyum er sambært Hagstovuna lakari enn miðal prísvøksturin fyri ES-lond, sum liggur um 2,4 prosent. Prísvøksturin í Danmark í august var enn lakari, nevniliga 1,4 prosent. Størsti prísvøksturin er í Íslandi, 6,0 prosent. Í Svøríki og Noreg liggur hann um 1,9 og 2,6 prosent, ávikavist. Lægst skal prísvøksturin vera í Finnlandi, 1,2 prosent.
Í samanberingini skal havast í mentu at brúkaraprístalið fyri ES-londini er gjørt við støði í tí europeiska harmoniseraða brúkara indexinum HICP, har t.d. prísbroytingar fyri húsaleigu ikki eru við.