Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, lovar at seta seg ‘ordiliga inn í málið’ um hvussu lógin um sjóuppmátingar virkar og verður umsitin.
Hetta hendir aftaná at Umhvørvisstovan í longri tíð hevur roynt at steðga einum veitara av elektroniskari útgerð til fiskiskip í at gera myndir av havbotninum kring oyggjarnar við hjálp av vanligum ekkoloddi og plottara.
“Tað verður sagt tað kemur ein sovorðin nýggj skipan har man skal spyrja um loyvi millum annað frá donsku verjuni,” segði Høgni Hoydal við FM1.
“Og tað eri eg sjálvandi ikki glaður fyri. Eg veit ikki hvar tað er komið inn, so við tí fyrivarninum so fari eg at siga tað at eg havi givið hesum for lítlan ans, eisini frá einum vinnupolitiskum sjónarmiði og uttanríkispolitiskum. Sjálvandi haldi at eisini privatar fyritøkur skulu kunna gera uppmátingar.”
“Eg havi gjørt for lítið við tað, so nú fari eg meira inn í tað … at fáa avgreitt hvat er tað sum er galdandi,” segði landsstýrismaðurin.
“Eg fari at seta meg ordiliga inn í málið og vita hvat man kann gera,” legði hann afturat.