Reyði Krossur hjálpir Suðursudan og Filipsoyggjum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Við einari millión krónum, sum komu inn til landsinnsavningina, hevur Reyði Krossur Føroya sent stuðul til hjálpararbeiði í Suðursudan og á Filipsoyggjunum. Hvørt hjálparátak fekk 500.000 krónur.

Í Suðursudan stríðast milliónir av fólki við mattrygd, lívshættisligar sjúkur og avleiðingar av veðurlagsbroytingum. Stuðulin verður brúktur til mat, reint vatn, heilsutænastur og skýli, umframt at styrkja lokalsamfeløgini.

Á Filipsoyggjunum, har fleiri ódnir og vatnflóð hava elvt til stóran skaða, verður stuðulin brúktur til reint vatn, mat og neyðhjálp til tey, ið hava mist alt. Serligur dentur verður lagdur á hjálp til børn, kvinnur og familjur við tørvi á vernd og trygd.

Hjálpin er longu á veg, og Reyði Krossur Føroya er takksamur fyri stuðulin, sum gjørdi hetta møguligt.