,

Reyði Krossur sóknast eftir sjálv­bodnum at verða vinur ella vinafamilja

Skrivað

FM1

Dagfesting

Sum tilflytari ella flóttafólk í Føroyum kann tað vera trupult at trívast og at gerast ein virkin partur av samfelagnum og av teimum felagsskapum, sum knýta okkum saman, skrivar Reyði Krossur á heimasíðu sínari.

Tað er tørvur á sjálvbodnum, sum kunnu stuðla einum tilflytarara ella tilflytarafamilju við ymiskum gerandisavbjóðingum og vera við til at opna dyr til nýggj sosial sambond, sum kunnu økja um teirra trivna og kenslu av at hoyra til. Ein Sjálvboðin kann geva nærveru og samveru, men eisini netverk, royndir og kunnleiki til samfelagsbygna, føroyskar siðvenjur og reglur, eru gull verd fyri ein tilflytara.

Sum Reyða Kross Vinur er man sostatt ein týdningarmikil sosial relatión hjá einum persóni ella familju úr einum øðrum landi, sum sakna eitt føroyskt netverk, ella sum nú skulu venja seg við eina nýggja tilveru í Føroyum.

Møguleiki er at lesa meira á redcross.fo