Ríðibreytin verður grivin av

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Í sambandi við, at vegur verður gjørdur til munnan á Húsareynstunnlinum, sigur Tórshavnar kommuna, at tað er neyðugt at grava ríðibreytina av.

Arbeiðið byrjaði í gjar, 27. februar.

– Tá ið arbeiðið er liðugt, verður ríðibreytin afturgjørd. Reetableringin er væntandi liðug 20. juli 2024, skrivar Tórshavnar kommuna.

Víðari skrivar kommunan, at um fólk ynskja at ganga ella renna á rossagøtuni, so kunnu tey koyra út í Havnardal ella longur niðan á Oyggjarvegin fyri at sleppa framat Rossagøtuni.