SMS-deildin
StíF – H71 22-42 (13-25)
Á pappírinum er stórur munur á kvinnuliðunum hjá StÍF og H71. H71 hevur nógv meira góðsku og bredd í liðnum, og tað sást eisini aftur í øllum lutum í høllini á Skála í dag.
Tað sá næstan út til, at StÍF hevði givið upp frammanundan, tí tær gjørdu als ongan roynd at renna aftur, tá ið H71 fór í skjótálopini, sum skolaðu móti málinum hjá StÍF.
Málini rapaðu eisini inn, og sjáldan man málverjin hjá StÍF, Momoko Debes hava havt so fáar bjargingar, sum í dag. Hon var eisini prísgivin, tí har var als eingin hjálp at heinta frá verjuni.
Tá ið 17 minuttir vóru spældir, hevði H71 skorað 17 ferðir, og støðan var 17-7. Nógv bendi á, at H71 kundi fara at skjóta fleiri enn 50 mál, men tað hendir sjáldan, og hendi heldur ikki í dag.
Meginparturin av málunum hjá H71 í dag vóru upp á skjótálop, og teir fýra veingirnir Christina Arge, Brynhild Pálsdóttir, Karin Egholm og Tóra Róadóttir runnu ferð eftir ferð frá strandakvinnum og skoraðu trygt.
Nógv meira er ikki at skriva um henda dystin. Til tess var munurin alt ov stórur.
Hjá StÍF skoraði Josefine Dyring enn einaferð flest mál, hon skoraði 10 ferðir. Hjá H71 skoraði Tóra Róadóttir 8 mál.

Stigatalva SMS-deildin
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
Kyndil | 12 | 428 | 257 | 171 | 24 |
VÍF | 12 | 395 | 265 | 130 | 21 |
H71 | 12 | 415 | 320 | 95 | 19 |
Neistin | 12 | 316 | 303 | 13 | 13 |
StÍF | 10 | 209 | 289 | -80 | 6 |
EB | 12 | 291 | 396 | -105 | 5 |
VB | 11 | 256 | 372 | -116 | 2 |
Stjørnan | 11 | 259 | 367 | -108 | 2 |