Spanski verjukendi miðvallarleikarin hjá Manchester City, Rodri, vann í kvøld Ballon d’or heiðurslønina sum ársins fótbóltsspælari.
Tað hendir, eftir at hann hevur havt eitt frálíkt ár við Spania og Manchester City. Spania gjørdist evropameistari, og Manchester City vann enska meistaraheitið fjórða árið á rað. Rodri hevur útmerkað seg sum ein miðvallarleikari á avgjørt hægsta stigi. Teir dystirnar, sum hann spælir, tapa hansara lið næstan ongantíð. Tað er sera sjáldsamt, at ein so verjukendur leikari sum Rodri vinnur Ballon d’or.
Rodri er fyrsti spaniumaðurin, sum vinnur Ballon d’or, síðan Luis Suarez í 1960.
Á øðrum og triðja plássi komu brasilski áleyparin í Real Madrid, Vinicius Junior, og eingilsmaðurin, Jude Bellingham, sum spælir saman við Vinicius í Real Madrid.
Tað fylti annars nógv á netinum, at í Real Madrid vóru tey fornermaði um, at Vinocius Junior ikki vann. Tí vóru heldur eingi umboð frá Real Madrid at taka móti heiðrinum sum ársins felag, og heldur ikki venjarin Carlo Ancelotti var at taka móti heiðrinum sum ársins venjari.
Bonimati annað árið á rað
Ársins kvinnuligi leikari og Ballon d’or vinnari gjørdist Aitana Bonmati úr Spania, sum til dagligt spælir við Barcelona. Hetta er annað árið á rað, at hon vinnur. Norska Caroline Graham Hansen gjørdist nummar tvey.
Aðrir heiðrar
Kopa heiðurslønina, sum besti ungi leikari undir 21 ár, vann spaniumaðurin Lamine Yamal, sum spælir við Barcelona. Undir EM-endaspælinum í summar vísti síni sera góðu fótbóltsevnir fyri øllum heiminum, tá ið Spania varð evropameistari.
Harry Kane og Kylian Mbappe vunnu Gerd Müller heiðurslønina, sum besti áleyparar. Teir skoraðu 52 mál hvør
Ársins málverji og Yashin heiðurslønina vann málverjin hjá Argentina og Aston Villa, Emiliano Martinez.
Carlos Ancelotti gjørdist ársins venjari hjá monnum og vinnari av Johan Cruyff heiðurslønini.
Johan Cruyff heiðurslønina, sum besti venjari hjá kvinnum, vann Emma Hayes, landsliðsvenjari hjá USA. Hon vandi fram til í summar kvinnurnar hjá Chelsea í mong ár.
Ársins lið hjá monnum gjørdist Real Madrid, sum vann spanska meistaraheitið og Champions League.
Ársins lið hjá kvinnum varð Barcelona, sum eisini vann alt, sum vinnast kundi.
Ársins Socrates heiðursløn fyri vælgerandi arbeiði fekk Jennifer Hermoso. Hon ákærdi forsetan í spanska fótbóltsambandinum fyri at mussa hana á munnin beint eftir, at sponsku kvinnurnur gjørdust heimsmeistarar, og stór gøla spurdist burturúr og forsetin mátti frá.