Rúni Gaardbo dømir steypafinaluna

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Rúni Gaardbo skal døma finaluna um Løgmanssteypið millum B36 og HB, sum verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 19.00.

Linjuverjar verða Jógvan Breckmann og Emil Sørensen. Jóhan Hendrik Ellefsen verður 4. dómari. Dómaraeygleiðari í steypafinaluni verður Petur Reinert.

Talan er annars um tvey feløg við rættuliga ymiskum steypahagtølum, sum í ár møtast í finaluni. Síðani 1955 hevur HB vunnið steypafinaluna hjá monnum 29 ferðir. B36 hevur vunnið finaluna sjey ferðir.

Atgongumerki til finaluna um Løgmanssteypið 2024 fáast til keyps í nethandilinum á fsf.fo, og á atgongumerki.fo.

Mynd: fsf.fo