Salah lumpaði Arsenal

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Stórdysturin í ensku Premier League hetta vikuskiftið, var í London í dag millum Arsenal og Liverpool sunnudagin.

Aresenal var greitt betra liðið og Bukayo Saka legði Arsenal fram um við frálíkum gjøgnumbroti longu í 9. minutti.

Liverpool svaraði tó skjótt aftur, tá ið liðskiparin, Virgil van Dijk skallaði bóltin í málið í 18. minutti.

Arsenal setti seg tungt á dystin, og tað var í tráð við dystargongdina, tá ið Mikel Merino skoraði sítt fyrsta mál fyri Arsenal beint fyri hálvleik.

Alt bendi á ein fult uppibornan sigur til Arsenal, men Liverpool og Mohamed Salah snýttu heimaliðið fyri sigurin, tá ið Salah hevði seinasta fót á bóltinum eftir frálíkt mótálop.

City er fremst

Meistararnir, Manchester City, vunnu sín dyst leygardagin móti Southampton. Einasta málið í dystinum skoraði stórskjúttin Erling Haaland eftir fimm minuttir. Harvið eru teir aftur nummar fremstir í Premier League, nú Liverpool misti stig.

Vánaliga gongdin hjá United heldur fram

Hjá Manchestur United heldur vánaliga gongdin fram. Menninir hjá Erik ten Hag vóru annars nógv betri enn West Ham á London leikvøllinum í dag. Kortini var tað West Ham, sum kom fram um fram, tá ið eitt korter var eftir at spæla, Crysencio Summervill skoraði málið.

Casemiro javnaði fyri United, men Jarrod Bowen hjá West Ham sendi í yvirtíðini eitt brotsspark í málið, og harvið er United nú nummar 14 í Premer League og kreppan heldur fram.

Í oddinum mistu Aston Villa, Tottenham og Brighton stig, meðan Chelsea vann ein flottan sigur í Newcastle. Nicolas Jackson og Cole Palmer skoraðu málini hjá Chelsea, sum sær út til at hava fóta sær, eftir nógv rok seinnur árni.

Úrslit í 9. umfari

Leicester – Nottingham Forest1 – 3
Aston Villa – Bournemouth1 – 1
Brentford – Ipswich4 – 3
Brighton – Wolverhampton2 – 2
Manchester City – Southampton1 – 0
Everton – Fulham1 – 1
Chelsea – Newcastle2 – 1
Crystal Palace – Tottenham1 – 0
West Ham – Manchester United2 – 1
Arsenal – Liverpool2 – 2

Stigatalva Premier League

DystirMálStig
1Manchester City920 – 923
2Liverpool917 – 522
3Arsenal917 – 1018
4Aston Villa916 – 1118
5Chelsea919 – 1117
6Brighton916 – 1216
7Nottingham Forest911 – 716
8Tottenham918 – 1013
9Brentford918 – 1813
10Fulham912 – 1212
11Bournemouth911 – 1112
12Newcastle99 – 1012
13West Ham913 – 1611
14Manchester United98 – 1111
15Leicester913 – 179
16Everton910 – 169
17Crystal Palace96 – 116
18Ipswich99 – 204
19Wolverhampton912 – 252
20Southampton96 – 191