HB hevur lagt eitt filmsbrot út á Facebook, sum vísir, at danin Sammy Skytte heldur fram í felagnum.
Tað hevur annars verið ógreitt, um 28 ára gamli Sammy Skytte fór at halda fram í HB. Hann var í týðandi og drúgvur á HB-liðnum í fjør, hóast skaðar darvaðu kappingarárinum nakað. Hann skoraði millum annað fyrsta málið í steypafinaluni móti B36, sum endaði 2-2, áðrenn HB vann hana við brotssparkskapping.
Sambært FaroeSoccer spældi hann 23 dystir fyri HB í fjør og skoraði 5 mál.
Áðrenn hann í fjør kom til Føroya at spæla við HB, spældi miðvallarin í Silkeborg, AC Horsens, Stabæk, og Bodø/Glimt.