,

Samrøða við Peter Holm um seks A-landsdystir sum eru á skránni komandi dagarnar

Skrivað

FM1

Dagfesting

Flogbóltssamband Føroya og Íslendska flogbóltssambandi – BLÍ – hava gjørt eina samstarvsavtalu, soleiðis at londini hjálp hvørjum øðrum við fyrireikingunum til Europa League kappingarnar komandi árini.

Í hesum sambandi kemur íslendska landsliðið hjá monnum til Føroya í dag – fríggjadagin – at spæla tríggjar dystir ímóti føroyska mannslandsliðnum. Samstundis fer føroyska kvinnulandsliði til Íslands at spæla tríggjar dystir ímóti Íslandi.

Dystirnir hjá føroyska landsliðnum hjá monnum verða soleiðis:
Fríggjadagin 10. mai kl. 19.00 í Kollafirði
Leygardagin 11. mai kl. 17.00 á Sandi
Sunnudagin 12. mai kl. 13.00 í Klaksvík

Hoyr formannin í Flogbóltssambandi Føroya, Peter S. Holm í samrøðu við Árna Gregersen í tíðindisendingina á FM1, ið var klokkan 17 greiða frá landsdystunum og komandi dystunum í Silver League:

Savnsmynd: Óli G. Samuelsen