Fótbóltsvøllurin Inni í Dal í Sandoynni skal hava nýtt graslíki. Verandi vøllur er gamal og illa farin, og tí er neyðugt at skifta graslíki. Arbeiðið byrjar eftir ætlan um mánaðarskiftið apríl/mai og tað tekur umleið tvær vikur, alt eftir veðrinum.
Fyri Skúlabandið í Sanoynni, sum varðar av vøllin, er hetta er ein lutfalsliga stór, men neyðug íløga, ið skal betra um viðurskiftini hjá B71 og øllum ítróttarligum virksemi í Sandoynni. Skúlasambandið varðar eisini av Meginskúlanum og ítróttarhøllini Inni í Dal.
Besta mansliðið hjá B71 endaði í fjør nummar fýra í 1. deild, og var bara eitt stig frá at flyta upp í bestu deildini. Við Sandoyartunnilinum hevur felagið fingið munandi betri fyritreytir at virka undir, og við nýggja graslíkinum, gerast umstøðurnar upp aftur betri.
– Hetta er ein stór íløga, sum skal tryggja framtíðina hjá ungdóminum í oynni, skrivar Skúlasambandið.
Sáttmáli er gjørdur við Føroya Møblasølu um at leggja nýggja graslíki.

Á myndini ovast eru tað fremst, f.v.: Anna Paulina Leo Olsen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu, Gunn Dania Sundstein, forkvinna í Skúlasambandinum og bygdarráðslimur í Sands kommunu og Anita Joensen, varaborgarstjóri í Skálavíkar kommunu.
Aftast, f.v.: Odmar Færø, Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri í Sands kommunu, Birgir Andreasen og Marjun S. Debes, borgarstjóri í Skopunar kommunu.