– Leiðslan á sjúkraflutningstænastuni hevur avgjørt at taka sjúkrabilin vekk av Sandoynni og flyta hann til Havnar. Hetta kann ikki henda! Hendan avgerðin setur okkum øll á Sandoynni í vanda, tí tá ið man hevur tørv á bráðfeingishjálp, tá hevur tíðin alt at siga, og hvør minuttur kann verða avgerandi.
Tað skrivar Hansa Maria Hallmarsdóttir Winther, sum nú hevur tikið stig til eina undirskriftainnsavnan fyri at varðveita sjúkraflutningstænastuna á Sandoynni, ið annars endar í dag, tann 30. mai.
Sjálv hevur Hansa Maria havt eina uppliving, har tørvur var á skjótari hjálp, tá sonur hennara, tann 1. desember í 2022, fekk eina grýtu omanyvir seg og skoldaði seg sera illa um allan yvirkroppin, at tað stóð um lív hjá honum. Hetta hendi um 20 tíðina um kvøldið, og tríggjar minuttir eftir, at tað ringt varð til 112, var sjúkrabilurin á staðnum, og tíggju minuttir eftir, so var sonurin á Landssjúkrahúsinum.
Hon vísir á, at portørarnir máttu allatíð køla kroppin á soninum niður og halda honum vaknan, av tí at tað var so stórur kjansur fyri, at hann kundi fáa hjartastopp av hendingini.
– Tað sum bjargaði lívinum hjá soninum var, at tað varð handlað so skjótt. Tað eru mong vaksin og børn á Sandoynni, sum ikki høvdu verið her í dag, um sjúkrabilurin ikki var á oynni, skrivar hon.
Tí hevur hon gjørt eina undirskriftainnsavning, har fólk kunnu skriva undir og mótmæla.
– Leiðslan á sjúkraflutningstænastuni kann ikki loyva sær, at gera hesa gerð. Lat okkum hava sjúkrabilin á Sandoynni.
Í løtuni hava 467 fólk skriva undir mótmælið, sum vil varðveita sjúkraflutningstænastuna á Sandoynni.