Seks hondbóltsdystir í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fult umfar er í bestu mansdeildini í hondbólti í dag, og tveir dystir eru hjá kvinnunum


Hjá monnunum eru allir dystirnir klokkan 16.00.

Landskappingin hjá monnum er sera jøvn hetta kappingarárið, og bara Team Klaksvík er farið langt aftur um hini seks liðini.

Seks tey fremstu liðini spæla móti hvør øðrum sunndagin, og allir dystirnir eru púra opnir, og tað er nærum ómøguligt at gera nakran til favoritt fram um nakran annan.

Landskappingin er soleiðis skipað, at tey ovastu koma øll í FM-endaspælið, og tað tykist longu avgjørt at øll uttan Team Klakvík koma víðari. Tí sær út til, at liðini ikki leggja so nógv í, hvør er best beint nú, tí tað ræður um at verða so væl fyri sum møguligt, tá ið spælt verður um FM í apríl, og so eru nøkur lið, sum hugsað mest um at vera so væl fyri sum gjørligt til hálvfinalurnar í steypakappingini, sum verða í næstum.

Burndeilin menn

Sunnudagin, 19. januar

  • Kl. 16.00 KÍF – STÍF
  • Kl. 16.00 Kyndil – VÍF
  • Kl. 16.00 H71 – Neistin

Leygardagin vann Stjørnan móti VB, og StÍF vann móti EB

Í dag tekur oddaliðið Kyndil móti VÍF. Hóast lítið skilir liðini á stigatalvuni, so er Kyndil greiður favorittur, tí Kyndil hevur higartil vunnið allar dystirnar í landskappingini.

Í hinum dystinum í dag taka hoyvíkskvinnur úr H71 móti Neistanum. H71 hevur higartil staðið seg betri enn Neistin, men nú landsliðsleikarin Bjørt Franksdóttir Joensen er aftur í Neistanum, er liðið vorðið nakað sterkari, og tí kann henda at ávísur spenningur verður í hesum dystinum

SMS-deildin kvinnur:

Leygardagin, 18. januar

  • Stjørnan – VB 33-18 (17-11)
  • Kl. 18.00 STÍF – EB 28-24 (16-10)

Sunnudagin, 19. januar

  • Kl. 14.00 H71 – Neistin
  • Kl. 14.00 Kyndil – VÍF