Í løtuni eru tvey stig á muni millum nummar eitt í bestu mansdeildini Kyndil við 13 stigum og H71 á fimta plássið við 11 stigum. Millum tey eru VÍF, StÍF og Neistin. Hesi fimm liðini og KÍF, sum er fýra stig aftanfyri hini, sýnast nærum heilt víst at koma í minsta lagi í fjóringsfinalurnar, meðan Team Klaksvík, sum framvegis einki stig hevur fingið, sær út til at vera isolerað aftast.
Sum gongdin er í løtuni, sær út til, at H71 er um at spæla sítt unga evnaríka lið saman til eitt komandi meistaralið.
VÍF sær í løtuni út til at vera í einum aldudali eftir at havt tapt móti Neistanum og StÍF. Men hinvegin so hevur VÍF ofta verið flúgvandi í grundspælinum og so mist flogið í FM-finalunum. Við Inga Olsen sum venjara, verður kanska umvent, tí hann dugir tað taktiska spælið.
Annars hava Neistin og StÍF eisini spennandi lið við fleiri ungum góðum leikarum, og Kyndil hevur við trimum sterkum góðum dønum í bakkettuni eina sterka grunduppstilling.
Spenningur er ikki um, hvør kemur víðari til FM-endaspælið, men heldur um, hvør verður nummar eitt og tvey, og harvið beinleiðis í hálvfinalurnar.
Úrslitini hesa vikuna:
StÍF – VÍF 35-34 (20-19)
Dómaraseðil á hsf.fo
Neistin – Team Klaksvík 30-25 (16-8)
Dómaraseðil á hsf.fo
H71 – Kyndil 40-29 (18-14)
Les meira um tann dystin her
Dómaraseðlarnir síggast undir stigatalvuni.
Stigatalva Burndeildin
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
Kyndil | 10 | 285 | 283 | 2 | 13 |
VÍF | 9 | 298 | 255 | 43 | 12 |
StÍF | 9 | 279 | 250 | 29 | 12 |
Neistin | 10 | 261 | 253 | 8 | 11 |
H71 | 9 | 276 | 255 | 21 | 11 |
KÍF | 9 | 220 | 232 | -12 | 7 |
Team Klaksvík | 10 | 254 | 345 | -91 | 0 |

