Leygardagin 19. okt 2024, verður seyðasýning í Kvívík. Tiltakið verður í Seyðahúsinum hjá Ognarhaganum á Símunarbrekku.
Til tiltakið fáa allir luttakandi seyðir hvør sítt nummar, so at sýnarnir ikki vita hvør eigur hvønn seyð, og tískil hava eina so óhefta meting sum møguligt.
Sýnarar, ið sýna í ár, koma úr Suðuroy, og byrjað verður longu kl 13, har mát verða tikin av seyðunum.
Viðriðlønir vera latnar fyri:
Hagi (1, 2 og 3)
Seyður (1, 2 og 3)
Veðrur (1)
Eldri veðrur (1)
Eftir sýningina, vera haru hagarnir seldir til hægst bjóðandi.