Signe gevst sum venjari hjá kvinnulandsliðnum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Danski venjarin hjá kvinnulandsliðnum í fótbólti, Signe Pries Andersen, og fótbóltssambandið eru vorðin samd um, at enda sáttmálan, sum gongur út um ársskiftið. Hon hevur verið landsliðsvenjari í hálvtannað ár.

Við heimasíðuna hjá FSF, sigur Signe Pries Andersen:
– Hetta hevur verið ein ótruliga spennandi og mennandi tíð, sum eg havi verið sera glað fyri. Men nú er tíðin komin at royna okkurt annað, og eg vil ynskja FSF, kvinnulandsliðnum, føroyskum fótbólti, og øllum teimum mongu fryntligu fólkunum, sum eg havi møtt hesa tíðina, eg havi verið í Føroyum, alt tað besta.

Kvinnulandsliðið skal sostatt eins og manslandsliðið hava nýggjan landsliðsvenjara, og arbeiðið, at seta nýggjan landsliðsvenjara fer í gongd beinanvegin.

Mynd: fsf.fo