Símun Debess er kosin ársins fyrstuhjálpari 2024. Hann leiddi toymið, sum kom Haakon Leo til hjálpar, tá ið hann fall um við hjartasteðgi føstulávintsmánadag 12. februar í fjør. Símun var róligur og hevði yvirblikkið, meðan hann saman við Ólavi Debess, Camillu Eið, Arna D. Brattaberg, Jónleifi Augustinussen, Bartali Debess og Margreth Augustinussen veitti fyrstuhjálp og bjargaði lívinum hjá Haakon.
Heiður fyri gott avrik innan fyrstuhjálp 2024 fara eisini til Heina Martin Niclasen og Hjarnar K. Dalsgaard. Tá ið John Haraldsen 13. januar í fjør fekk ein hjartatilburð umborð á Katrin Jóhannu, handlaðu teir báðir skjótt. Í ringum veðri veittu teir John bæði kropsliga og sálarliga hjálp í heilar seks tímar, meðan teir sigldu inn á Tvøroyri.
Teitur Horn Baldvinsson verður eisini heiðraður fyri at hava bjargað lívinum hjá einum 12 ára gomlum barni tann 13. oktobur í fjør. Barnið setti eina karamellu í hálsin, men við skjótari fyrstuhjálp megnaði Teitur at fáa karamelluna leysa.
Ársins Barnaheiður 2024 fer til 14 ára gamla Arek Strøm Steinarsson. Tá ið fosturpápin brádliga doyði av einum epilepsitilburði 5. desembur, reageraði Arek skjótast. Hann tók sær av lítlabeiggjum sínum, vísti løgregluni vegin og syrgdi fyri, at beiggjarnir vóru skánaðir frá hendingini.




