Sjey dystir í bestu hondbóltsdeildunum í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fult umfar er í bestu hondbóltsdeildunum í dag, nú seinastu dystirnir í hesum árinum verða spældir.

Í bestu kvinnudeildini eru fýra greiðir favorittar í dagsins dystum. Neistin vinnur helst móti VB, VÍF eigur ikki at fáa trupulleikar av EB, Stjørnan eigur ikki at hava nakran møguleika móti Kyndli og H71 skal eftir stigatalvuni eisini vinna á StÍF

Dystir í SMS-deildini leygardag 21. desembur

  • Kl. 13.30 Neistin – VB
  • Kl. 14.00 VÍF – EB
  • Kl. 15.00 Stjørnan – Kyndil
  • Kl. 15.00 StÍF – H71

Hjá monnunum eru tríggir dystir. VÍF tekur í stríðnum í Norðurstreymoy móti KÍF í Vestmanna, og tá veit eingin, hvør vinnur. Kyndil vitjar Team Klaksvík, og har er Kyndil greiður favorittur, tí Team Klaksvík hevur einki stig fingið higartil. StÍF og H71 spæla á Skála, og har er H71 helst at meta sum favorittur, hóast tað lættliga kann gerast talan um ein javnan dyst.

Dystir í Burndeildini leygardag 21. desembur

  • Kl. 16.00 VÍF – KÍF
  • Kl. 17.00 Team Klaksvík – Kyndil
  • Kl. 17.00 StÍF – H71

Stigatalva SMS-deildin

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil1139523416122
VÍF1135323811519
H71113732987517
Neistin11280281-111
StÍF9187247-606
EB11264354-905
VB10234336-1022
Stjørnan10236334-982


Stigatalva Burndeildin

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil10285283213
VÍF92982554312
StÍF92792502912
Neistin10261253811
H7192762552111
KÍF9220232-127
Team Klaksvík10254345-910