Sjey hondbóltsdystir í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fýra dystir verða spældir í bestu kvinnudeildini og tríggir í bestu mansdeildini.

Mest spennandi dysturin í kvinnudeildini er uttan iva dysturin á Skála millum StÍF og Stjørnuna. Hesi bæði liðini kappast um at vinna tey seinastu plássini í FM-finaluumfarinum. StÍF vann fyrsta dystin í kappingarárinum móti Stjørnuni, og hevur staðið seg heldur betri enn Stjørnan í kappingini. Men Stjørnan hevur staðið seg væl seinastu dystirnar, so tað verður uttan iva ein spennandi dystur á Skála.

Hjá kvinnunum er grannadystur millum Neistin og Kyndil. Her er oddaliðð Kyndil greiður favorittur, hóast Neistin hevur havt eina góða gongd seinastu dystirnar, og millum annað vann móti H71 seinasta dyst.

Kvinnurnar hjá H71 eru eisini greiðir favortittar móti EB, og tað sama eru kvinnurnar hjá VÍF, tá ið tær vitja VB suðri í Vági.


Hjá monnum er avgjørt, hvør verður í topp-6, sum gevur atgongd til FM-finaluumfarið. Eftir at spæla um er bara at enda millum tvey tey bestu, sum gevur beinleiðis atgongd til hálvfinalurnar.

Øll liðini í mansdeildini tykjast púra jøvn uttan Team Klaksvík, sum einki stig hevur fingið enn. Tað ger, at tað er torført at spáa um úrslitið í nærum øllum dystum.

Tí er alt púra opið í dystunum H71 – KÍF og Neistin – Kyndil. Hinvegin má vænast, at StÍF vinnur móti Team Klaksvík.

SMS-deildin kvinnur

  • Kl. 14:00 Neistin – Kyndil
  • Kl. 14:00 H71 – EB
  • Kl. 14:00 STÍF – Stjørnan
  • Kl. 15:00 VB – VÍF

Burndeildin menn

  • Kl. 16:00 H71 – KÍF
  • Kl. 16:00 Neistin – Kyndil
  • Kl. 16:00 STÍF – Team Klaksvík

Stigatalva SMS-deildin

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil1449729620128
H71144683729621
VÍF1444132711421
Neistin143673452217
StÍF12256336-808
Stjørnan13329418-896
EB14348461-1135
VB13291442-1512

Stigatalva Burndeildin

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil123483282017
StÍF123683373116
VÍF123813374414
H71123613421913
KÍF12313309413
Neistin12309312-311
Team Klaksvík12300415-1150