Sjórænarar úr Nólsoy fríkendir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fimm nólsoyingar vórðu í dag fríkendir fyri tvær av teimum trimum ákærum í sambandi við sjórænaramálið, sum hevur gingið fyri Føroya rætti hesa vikuna. Tað veit Frihedsbrevet at siga.

Teir ákærdu vóru Beinir Poulsen, Edvard J. Skúvadal, Terji Rasmussen, Róin Joensen og Anfinn Nielsen.

Málið stavar frá einum mótmælistiltaki í Nólsoy í septembur 2019, har nólsoyingar, misnøgdir við at Ternan skuldi avloysa Teistan á Sandoyarleiðini, sperraðu ferjuleguna. Hetta førdi til, at Ternan ikki slapp avstað, og ferðafólk kundu hvørki fara í land ella umborð í fleiri tímar.

Føroya rættur fríkendi menninar fyri at hava forðað løgregluarbeiði og fyri at hava afturhildið strandfaraskipið Ternuna. Teir vórðu tó dømdir fyri at hava órógvað almenna friðin og fingu revsing í á 10 dagbøtur á 500 krónur, samanlagt 5.000 krónur. Revsingin fellur burtur orsaka av longu viðgerðini av málinum, og teir skulu heldur ikki gjalda sakarmálskostnaðin.


Mynd: Evy Toftegaard Nielsen í bólkinum Nólsoy NÚ & TÁ á Facebook