, ,

Skotskur landsliðsleikari deyður undir dysti

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Tann 29. desember 2007 smokkaði 35-ára gamli Motherwell miðvallarleikarin og liðskiparin, Phil O’Donnell, brádliga saman í seinna hálvleiki av skotska Premier League dystinum ímóti Dundee United. Hann varð koyrdur á sjúkrahúsið, har tað varð staðfest, at hann var deyður. Orsøkin varð seinni ásett til at vera brek í vinstra innrúmi í hjartakamarinum.

O’Donnell byrjaði yrkisleiðina við Motherwell í 1990 og vann fyrsta kappingarárið eitt gullheiðursmerki í skotsku steypakappingini, har hann kastaði seg fram og skallaði bóltin í málið til 2-1 og 4-3 sigrinum á Dundee United. Úrslitið hevði við sær, at Motherwell fyri fyrstu ferð nakrantíð skuldi luttaka í europeiskum fótbólti og O’Donnell gjørdist yngsti leikarin, sum hevur spælt í Europa fyri felagið, tá ið hann spældi ímóti polska liðnum GKS Katowice.

Hann helt fram við góðum spæli og varð kosin ársins ungi leikari bæði í 1992 og 1994. Hann spældi eisini 15 minuttir sum innskiftur fyri David Bowman í landsdystinum ímóti Sveits 8. september 1993. Júst eitt ár seinni varð hann seldur til Celtic fyri £1,75 milliónir, sum var eitt klubbmet fram til 2020, tá sama felag keypti David Turnbull fyri £3 millónir.

Hann vann eitt meistaraheiti (1997-98) og og eina steypafinalu (1994-95) við Celtic, men tíðina í Glasgow var hann illa plágaður av skaðum og skifti ókeypis til Sheffield Wednesday. Hann hevði tað trupult í Sheffield Wednesday og spældi bara 20 dystir í fýra ár, áðrenn hann vendi aftur til Motherwell í 2004, har hann var við til at tapa League Cup finaluna fyri Glasgow Rangers. Árið varð Phil O’Donnell útnevndur til liðskipara hjá Motherwell eftir Scott Leitch.

Kappingarárið 2007-08 gekk væl hjá Motherwell, tí teir lógu á 3. plássið, tá teir skuldu spæla 29. desember og har endaðu teir eisini. 3. plássið gav atgongd til fyrsta umfar í UEFA Cuppini.

O’Donnell skuldi júst skiftast út, tá hann small til jarðar. Klubblæknarnir hjá báðum feløgum viðgjørdu hann í einar fimm minuttir, áðrenn hann varð koyrdur á Wishaw general Hospital. Systursonur hansara, David Clarkson, spældi eisini fyri Motherwell handa dagin og bað um útskifting, tá mammubeiggin varð førdur avstað í sjúkrabilinum.

Fótbóltsfjepparar úr øllum heiminum vístu honum viðurkenning, har nøkur løgdu minnislutir, harímillum turrikløð og blusir á Fir Park leikvøllin hjá Motherwell.

David Clarkson skoraði 13 mál kappingarárið 2007-08 og varð kosin ársins leikari hjá Motherwell. Árið eftir spældi hann við 10-talinum á rygginum; gamla nummarinum hjá morbróðrinum. Clarkson bar nummarið, til hann varð seldur í 2009 og síðani hevur ongin fingið tillutað 10-talið hjá Moterwell.