Nú skulu tey, sum gjalda uppihaldspening, sjálvi gjalda alla upphæddina.
Løgtingið hevur í dag fyrstu viðgerð av einum uppskoti, sum setir úr gildi lóg, sum gevur teimum sum gjalda uppihaldspening til børn og hjúnafelaga, rætt til stuðul – upp til 40 prosent av tí, sum tey gjalda yil børn nummar tvey, trý og so framvegis.
Seinastu trý árini, eru tað meira enn 200, sum hava søkt um og fingið hendan stuðul.
-Endamálið við uppskotinum er at spara landskassanum pengar, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í viðmerkingunum til uppskotið.